Krafta selur olju um góðan mánað

Krafta selur olju um góðan mánað
Hálvan juni byrjar nýggja oljufelagið Krafta at selja olju til skip
Tangarnir hjá Krafta komu til Føroya 9, mars.
 
07.05.2025 - 08:30

Hálvan juni byrjar nýggja oljufelagið Krafta at selja olju til skip.

Tangarnir hjá felagnum komu fyri tveimum mánaðum síðani.  

Teir eru tveir og standa á Hulki á Strondum.

Tangarnir eru 17 metrar høgir og taka 2.500 rúmmetrar av olju hvør.

Tveir stórir tangabilar eru á veg.

Bilarnir skulu flyta oljuna til havnirnar, har skipini bunkra. 

Millum annað reiðaríni Smyril Line, JFK, Framherji og FARCOD stovnaðu Krafta Energy fyrst í juli 2023.

Felagið søkir nú eftir tveimum ella trimum fólkum í parttíðarstørv. 

Størvini verða ætlandi sett seinast í mai.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV