Blámusoppur rakar listina

Blámusoppur rakar listina
Blámusoppur ger, at goymslan hjá Listasavninum má flytast sum skjótast
Listasvanið. Blámusoppur ger, at goymslan má tømast sum skjótast.
 
07.05.2025 - 06:41

Blámusoppur ger, at goymslan hjá Listasavninum má flytast sum skjótast.

Landsverk biður tí um tilboð upp á goymslu til Listasavnið.

Leigumálið kann vera í bygningi fyri seg ella í parti av bygningi nær miðstaðarøkinum, í Sandoynni ella í sunnari partur av Eysturoynni.

Orsøkin er, at goymslan hjá Listasavninum hevur júst fingið staðfest blámusopp.

Hetta ger, at allir lutir í goymsluni mugu reinsast, pakkast og síðani flytast til nýggja fyribils goymslu. 

Leigumálið skal byrja 1. juli. 

Goymslan skal vera millum 120-300 fermetrar.

Nógvar aðrar treytir eru, millum annað skulu bara starvsfólk hjá Listasavninum hava atgongd til goymsluna. 

Leigumálið verður frá sumri 2025 til fyrst í 2028.

Men tað kann leingjast, so leingi goymslan í Listasavninum ikki er klár. 

Evstamark at lata inn tilboð er 29. mai, tá ið tilboðini eisini vera latin upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. juni
3-2
193608
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 10 mf
193604
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf Gentur 17-18 ár
193603
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 6 mf Kvinnur
193602
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf gentur 14-16 ár
193601