Amerikanski áhugin fyri Grønlandi sæst eisini aftur í njósningini

Amerikanski áhugin fyri Grønlandi sæst eisini aftur í njósningini
Amerikanska fregnartænastan hevur eisini fingið boð um at eyðmerkja fólk í Danmark og í Grønlandi, sum stuðla ætlanunum hjá Trump at leggja Grønland inn undur seg
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
07.05.2025 - 09:00

USA savnar alsamt fleiri fregnartænastuupplýsingar um Grønland, eftir boðum frá Tulsi Gabbard, stjóra fyri fregnartænastuna, siga tvær keldur við Wall Street Journal.

Millum annað verður arbeitt við at skaffa fleiri upplýsingar um loysingarrørsluna í Grønlandi og hvat fólk halda um amerikonsku tilfeingisvinnuna, siga ónevndar keldur við blaðið.

 

Eyðmerkja stuðlar

Amerikanska fregnartænastan hevur eisini fingið boð um at eyðmerkja fólk í Danmark og í Grønlandi, sum stuðla ætlanunum hjá Trump at leggja Grønland inn undur seg.

Eitt talsfólk í Hvítu húsunum í Washington vil ikki gera viðmerkingar til greinina.

Men Gabbard, stjóri fyri fregnartænastuna, skammar Wall Street Journal fyri at stuðla myrku kreftunum, sum vilja seta seg ímóti forsetanum við at politisera og leka loyniligar upplýsingar.

Hon ákærir eisini blaðið fyri at bróta lógina.


Tulsi Gabbard (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337