Trump: Alcatraz skal aftur brúkast sum fongsul

Trump: Alcatraz skal aftur brúkast sum fongsul
Stendur tað til amerikanska forsetan, so skal fongslið Alcatraz, ið liggur uttanfyri San Francisco, og sum var opið frá 1933 til 1963, latast uppaftur sum fongsul
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.05.2025 - 11:20

Alcatraz var eitt tiltikið fongsul, har tey ringastu bartrogini í tíðarskeiðinum frá 1933 til 1963 sótu, eitt nú Al Capone og George “Machine Gun” Kelly.

Tað segðist um Alcatraz, at tað var  ómøguligt at flýggja frá hesum fongslinum, sum er ein gamal spanskur skansi.

Men tann 11. juni í 1962 eydnaðist tað trimum monnum at flýggja og tað er tann hendingin, sum er karmur um filmin "Flýggjanin frá Alcatraz".

Fongslið varð stongt árið eftir, fyrst og fremst, tí tað var so ógemeina dýrt í rakstri. Ein av orsøkunum var, at tað lá burtur frá býnum og alt, sum skuldi brúkast har, skuldi flytast út á oynna.

 

Skal latast uppaftur sum fongsul

Men stendur tað til amerikanska forsetan, Donald Trump, so skal fongslið Alcatraz, ið liggur uttanfyri San Francisco og sum var opið frá 1933 til 1963, latast uppaftur sum fongsul.

Tað skrivaði forsetin á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, sambært norska kringvarpið nrk.no.

Hóast amerikanski forsetin ofta fær sín vilja, so er tað kanska eitt sindur ivasamt, um tað fer at eydnast í hesum førinum. Tí tað fer at kosta nógv at lata fongslið uppaftur, skrivar nrk.no við AP News sum keldu.

Sum skilst er ætlanin hjá forsetanum enntá at útbýggja fongslið, og so skal tað brúkast til at hýsa teimum ógvusligastu og mest harðrendu brotsfólkunum, skrivar nrk.no.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. desember
Morgunlestur fríggjadagur 12.desember 2025
201348
Hósdag 11. desember
RagnarRokk 11.desember 2025
200094
Hósdag 11. desember
Kvørnin: Trý føroysk jólaløg
201384
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310