Kanada er ikki til sølu

Kanada er ikki til sølu
Nýggi kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, var skjótur at avvísa Donald Trump, tá hann tosaði um, at Kanada eigur at gerast amerikanskur statur
Mark Carney segði amerikanska forsetanum, at nøkur støð í heiminum eru ikki til sølu. Kanada er eitt av teimum støðunum, segði hann
Mynd: Leah Millis/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.05.2025 - 18:56

Nýggi forsætisráðharrin í Kanada, Mark Carney, var í Hvítu húsini í Washington í dag, har hann hitti amerikanska forsetan Donald Trump.

Amerikanski forsetin legði fyri stuttum 25 prosent toll á kandiskar vørur. 

Stórur spenningur var um fundin í dag millum ríkisleiðararnar báðar .

Men Trump var blíður og týður, tá ið teir báðir hittu journalistar í eggrunda rúminum í Washington fyrr í dag. 

Trump legði dent á, at teir báðir hava nógv saman, men eru eisini rúkandi ósamdir um týðandi mál.

Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, nevndi eisini fleiri felags áhugamál, sum Kanada og USA hava, eitt nú at styrkja eftirlitið við landamørkini, styrkja búskapin og verju, og at basa sterka rúsevninum fentanyl.

Hóast Mark Carney nú er á vitjan hjá Donald Trump, so fær amerikanski forsetin onga orsøk til at halda, at hann eydnast við sínum ynski um at gera Kanada til ein stat í USA. Hann royndi tó á fundinum í dag, tá hann segði akkurát tað, men Mark Carney var skjótur at svara, at Kanada ikki er til sølu.

- Tað eru nøkur støð, sum bara ongantíð eru til sølu. Vit sita í einum her (USA), Buckingham Palacer er eitt annað og Kanada er heldur ikki til sølu, segði Mark Carney millum annað við amerikanska forsetan.

 

Trýst á leinki og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindasendingini klokkan 18.00:

1741978

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV