
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Háskúlin skal hava nýggjan stjóra
Háskúlin skal hava nýggjan stjóra
Hedvig Westerlund-Kapnas bleiv stjóri í Føroya fólkaháskúla 1. oktober 2019, men starvið er áramálssett í fimm ár. So nú verður søkt eftir nýggjum stjóra til háskúlan

Mynd: Savnsmynd
06.05.2025 - 08:27
Søkt verður eftir stjóra til Føroya fólkaháskúla at byrja 1. oktober.
Hedvig Westerlund-Kapnas bleiv stjóri 1. oktober 2019.
Starvið er áramálssett í fimm ár, men møguleiki er at leingja setanina eitt ár.
Seinast, søkt var eftir háskúlastjóra - tað var í 2019 - vóru 17 umsóknir.
Hedvig Westerlund-Kapna hevur verið stjóri í Háskúlanum seinastu fimm árini (savnsmynd)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV