Felag hjá LÍV hevði 214 mió. kr. í avkasti í fjør

Felag hjá LÍV hevði 214 mió. kr. í avkasti í fjør
Partafelagið, sum vanliga verður rópt LÍV 3, ið er eitt avtøkufelag, sum ikki stovnar nýggjar eftirlønaravtalur, hevði 214 mió. kr. í avkasti av sínum íløgum í fjør
Mynd: Savnsmynd  
 
06.05.2025 - 11:02

Partafelagið, sum vanliga verður rópt LÍV 3, hevði 214 mió.kr. í avkasti av sínum íløgum í fjør.   

Felagið hevur íløguognir fyri slakar tvær milliardir krónur.

Úrslitið í fjør var 126,4 mió.kr. eftir skatt. 

 

Eitt avtøkufelag

LÍV 3 er eitt avtøkufelag, sum ikki stovnar nýggjar eftirlønaravtalur. 

Felagið hevur tryggingaravtalur við veitingartrygd, sum landsstýrið veðheldur fyri.

Inngjøldini fyri verandi tryggingaravtalur vóru 37,3 mió.kr. í fjør.

Veitingarskyldan hjá felagnum ger, at móðurfelagið hevur negativa eginogn, sum er 480 mió.kr. 

 

Finn Danberg heldur fram

LÍV 3 hevði aðalfund 30. apríl.

Finn Danberg heldur fram sum nevndarformaður, Gunnleyg Árnafjall heldur fram sum næstforkvinna og Kári Petersen og Árni Arge eru nevndarlimir. 

Tey eru øll afturvald.

Høgni Olsen stillaði ikki uppaftur á nevndarvalinum.

Fyri hann var valdur Árni Ellefsen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337