Løgtingið samt um lán úr Íleggingargrunninum

Løgtingið samt um lán úr Íleggingargrunninum
Ætlanin er at læna partafeløgunum Suðuroyartunlin og Vága floghavn pengarnar í grunninum, sum var yvirtikin 1. januar
Vága floghavn skal útbyggjast fyri 1,4 milliardir krónur.
 
05.05.2025 - 07:20

Fíggjarnevndin er samd um at taka undir við uppskotinum hjá løgmanni um Íleggingargrunnin.

Og uppskotið var einmælt samtykt í løgtinginum eftir aðru viðgerð.

Ætlanin er at læna partafeløgunum Suðuroyartunlin og Vága floghavn pengarnar í grunninum, sum var yvirtikin 1. januar.

Suðuroyartunnilin skal hava 350 milliónir krónur rentu- og avdráttarfríar í 30 ár og Vága floghavn 350 milliónir krónur rentu- og avdráttarfríar í tíggju ár.

Íleggingargrunnurin hevur sjey virkin lán, tilsamans 343 mió. kr., umframt tilsøgn um eitt lán, sum er 100 mió. kr. og verður virkið næsta ár.

Gjaldførið

Gjaldførið hjá grunninum var 388 mió. kr. við ársbyrjan 2025.

Tað fer fram til ársbyrjan 2035 at hækka upp í 696 mió. kr. 

Skulu Suðuroyartunnilin og Vága floghavn hava pengar úr grunninum fer hann ikki at kunna veita 700 mió. kr. í øðrum lánum næstu tíggju árini.

Tó ber til at selja verandi lán fyri at útvega gjaldføri, sum kann nýtast til lánini til Suðuroyartunnilin og Vága Floghavn, stendur á álitinum hjá fíggjarnevndini.

Nevndin biður landsstýrið fylgja væl við og, um neyðugt, finna loysnir, sum líta frameftir og tryggja, at Íleggingargrunnurin aftur verður fíggingarmøguleiki hjá framtíðar verkætlanum til frama fyri undirstøðukervið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852