AfD hevur stevnt týsku trygdartænastuni

AfD hevur stevnt týsku trygdartænastuni
Trygdartænastan hevur lýst flokkin at vera víðgongdan, og hevur nú størri eftirlit við honum
Týska trygdartænastan sigur, at AfD er ein víðgongdur flokkur. AfD hevur nú stevnt trygdartænastuni.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.05.2025 - 11:06

Alternative für Deutschland, flokkurin ytst á høgravongi, hevur stevnt týsku trygdartænastuni. 

Týska trygdartænastan, BfV, lýsti í farnu viku flokkin at vera víðgongdan. 

Ein dómstólur í Køln hevur tikið ímóti stevningini frá AfD, sigur eitt talsfólk flokkin.

Seinasta fríggjadag kom fram, at trygdartænastan bólkaði flokkin sum víðgongdan flokk, og gav við tí heimild til at hava størri eftirlit við AfD enn áður, eitt nú við at fáa keldur í flokkinum og avlurta samskifti millum limir. 

Partar av flokkinum, millum annað landspartafeløg og allur ungdómsflokkurin, eru longu flokkað sum víðgongdir.

Sambært týsku trygdartænastuni er AfD ein flokkur, 'sum er í stríð við grundleggjandi meginreglur í grundlógini, eitt nú menniskjavirði, rættarsamfelag og fólkaræðisligar meginreglur.'

AfD hevur støðugt avsannað skuldsetingarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. juni
3-2
193608
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 10 mf
193604
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf Gentur 17-18 ár
193603
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 6 mf Kvinnur
193602
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf gentur 14-16 ár
193601