Trump: Friðurin nærkast í Ukraina

Trump: Friðurin nærkast í Ukraina
Amerikanski forsetin Donald Trump heitti í gjárkvøldið enn einaferð á partarnar um at steðga blóðbaðnum. Í dag hitti hann ukrainska forsetan í Rom
Donald Trump og Volodymyr Zelensky hittust í morgun í Rom beint áðrenn jarðarferðina hjá Fransi páva
Mynd: Ukrainian Presidential Press Service/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.04.2025 - 15:07

Russland og Ukraina eru sera nær við at gera eina avtalu um at enda kríggið.

Tað segði amerikanski forsetin Donald Trump á Truth Social í gjárkvøldið.

"Teir eru samdir um tey flestu av teimum stóru málunum. Partarnir eiga nú at møtast á høgum stigi fyri at enda tað. Steðgið blóðbaðnum nú. Vit vilja vera til staðar, har tað er neyðugt, fyri at gera okkara til at fáa enda á hesum ræðuliga og meiningsleysa krígnum," skrivaði Donald Trump.

Boðini komu út eftir at Trump var komin til Rom, har hann og forsetafrúan Melania vóru og fylgdu pávanum til gravar í dag.

Hann sigur onki um, hvat tey bæði londini eru vorðin samd um, ella hvørjir spurningar eru eftir at loysa.

Donald Trump og ukrainski forsetin Volodymyr Zelensky tosaðu saman í morgun áðrenn jarðarferðina hjá Frans páva. Aftan á jarðarferðina segði Zelensky, at talan var um ein sera produktivan fund. Men hann hevði ikki hug at nevna nakrar smálutir, tí talan er um sera viðbreknar spurningar, sum hann málbar seg.

Á ferðini í Rom hevur Zelensky eisini tosað við franska forsetan Emmanuel Macron og bretska forsætisráðharran Keir Starmer. Macron skrivar á X í dag, at Zelensky aftur í dag segði, at Ukraina er til reiðar til eina treytaleysa vápnahvíld. "Nú er tað upp til Vladimir Putin at vísa, at hann veruliga vil hava frið," skrivar Emmanuel Macron.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959