Badminton: Finalistarnir í tvímansleiki funnir

Badminton: Finalistarnir í tvímansleiki funnir
Finalistarnir í tvímansleiki hjá monnum og kvinnum eru funnir. Í dag verður spælt um finaluplássini í blandaðum tvímansleiki
 
25.04.2025 - 11:58

Árant á Mýruni og Jónas Djurhuus skulu spæla ímóti Tóka Yngvason Guttesen og Fai Yin Wong í FM-finaluni í tvímansleiki í badminton við monnum.

Árant á Mýruni (MBF) og Jónas Djurhuus (HBF) taptu finaluna í fjør fyri Rúna Øster og Magnus Dal-Christiansen. Harafturat hava báðir tveir verið í einstaklingafinaluni fleiri ferðir síðstu árini. 

Fai Yin Wong og bert 16 ára gamli Tóki Yngvason Guttesen eru nýtt harrapar.

Hjá kvinnum vunnu eldru systrarnar Lena Maria Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen á yngru systrum sínum Ranju Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen í hálvfinaluni. Tær eru allar úr KBF.

Lena Maria Joensen og Bjarnhild í Buð Justinussen skulu møta tvíburðasystrunum Sannu og Miu Thorkildshøj, sum vunnu á Julianna í Heiðunum og Miriam í Grótinum. Talan er um endurtøku av finaluni í fjør, har Sanna og Mia Thorkildshøj vunnu í trimum settum.

Kontrast FM verður leygardagin, og finalurnar í tvímansleiki verða spældar fyrrapartin. Seinnapartin verða einstaklingarfinalurnar, sum verða vístar í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959