Øll serfrøði skal við

Øll serfrøði skal við
Rættarnevndin hjá løgtinginum mælir landsstýrismanninum í lógarmálum til at taka alla serfrøði í Føroyum við í arbeiðið, nú føroysk revsilóg skal gerast
Revsilógin er týdd til føroyskt.
 
24.04.2025 - 07:03

Rættarnevndin hjá løgtinginum mælir landsstýrismanninum í lógarmálum til at taka alla serfrøði í Føroyum við í arbeiðið, nú føroysk revsilóg skal gerast.

Vitanin, sum er komin í Føroyum um ymisk øki í revsilógini, skal brúkast.

Serkøn skulu eisini brúkast viðvíkjandi sjálvum løgfrøðiliga arbeiðinum.

Tað hevur somuleiðis týdning, tá broytingar vera gjørdar í revsilógini, at peningur verður settur av til upplýsing, sigur rættarnevndin.

Føroyar yvirtóku revsirættin í 2009.

Revsilógin, hon er 306 greinar, er nú týdd til føroyskt, og arbeiðið at gera føroyska revsilóg er byrjað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV