Jóannes Bjartalíð byrjar skjótt at venja aftur

Jóannes Bjartalíð byrjar skjótt at venja aftur
Jóannes Bjartalíð hevur sitið uttanfyri í 10 vikur, men nú nærkast til at klaksvíkingurin sleppur á vøllin aftur
Jóannes Bjartalíð í dysti fyri føroyska landsliðið á Tórsvølli
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
24.04.2025 - 13:54

Jóannes Bjartalíð var ikki partur av landsliðshópinum, sum í mars spældi ímóti Kekkia og Montenegro. Klaksvíkingurin í norska felagnum Fredrikstad hevur sitið uttanfyri í 10 vikur við skaða. Hann vónar at venja á vøllinum í komandi viku.

- Málið er at verða klárur til dystin móti Kristiansund, sum er um 17 dagar. Eg verið nokk klárur til landsliðið í juni, men tað verður ikki við nógvari dystarvenjing, sigur Jóannes Bjartalíð, sum beklaði illa, tá hann bleiv skaddur.

- Eina liðbandið slitnaði næstan. og tað var millimetrar frá, at eg skuldi skurðviðgerast. Hetta var ein drúgvur skaði, men liðbondini eru vaksin saman aftur. Nú er tað bara tað seinasta av pínuni, sum skal vekk, sigur landsliðsspælarin.

Meinhard E. Olsen er longu ivasamur, tí hann er skurðvíðgjørdur í fingrinum. Teir báðir hava áleið sama leiklut á landsliðnum og hava verið profilar á liðnum. Tað gongur annars væl hjá Fredrikstad, sum liggur fremst í norsku landskappingini, nú fýra umfør eru spæld.

Føroyar spæla 5. juni venjingardyst móti Georgia í Tblisi, og fýra dagar seinni móti Gibraltar á Tórsvølli. Landsliðið verður úttikið á tíðindafundi í Fótbóltssambandinum 26. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365