Byggja íbúðir á Argjaboða: Trygdin er ikki í lagi

Byggja íbúðir á Argjaboða: Trygdin er ikki í lagi
Nógv og tung ferðsla er á Argjaboða, har 27 nýggjar íbúðir skulu gerast. Men enn er vegurin út á Argjaboða ikki breiðkaður, hóast tað stendur sum treyt í góðkenningarskrivi
Guðrun Rógvadóttir býr beint við, har tunga ferðslan til og frá Argjaboða kemur framvið. Hon heldur, at íbúðarbyggingin eigur at steðga, inntil vegurin er breiðkaður
Mynd: Kristianna Klein  
 
24.04.2025 - 17:14

Trygdin er als ikki í lagi á Argjaboðavegi, nú nógv og tung ferðsla er har í sambandi við íbúðarbygging við Argjaboðagøtu.

Tað sigur Guðrun Rógvadóttir, sum býr beint við byggingina, og sum vil hava byggingina at steðga, til trygdin er í lagi.

Hon vísir á, at í góðkenningarskrivinum, sum í 2021 varð gjørt í sambandi við byggiloyvið, stendur sum ein treyt, at smala vegastrekkið á leiðini út skal breiðkast, áðrenn farið verður at byggja, og at ljósreguleringar skulu setast upp, inntil arbeiðið við at breiðka vegin er liðugt. Enn er einki hent, og tí eigur byggingin ikki at verða sett í verk enn, sigur Guðrun Rógvadóttir.

Fríður Dalsgarð, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, hevur eina aðra fatan av, hvønn týdning góðkenningarskrivið hevur í hesum málinum. Hann heldur eisini, at tað er ein trupulleiki, at mann ger góðkenningarskriv við treytum.

 

Hoyrið innslag her:

Argjabodi_STYTT

 

Vegurin til og frá Argjaboða er smalur í støðum. Nú koyrir tung ferðsla her í sambandi við íbúðarbygging

 

Her á Argjaboða skulu 27 nýggjar íbúðir gerast. Arbeiðið er byrjað, men fólk, sum býr á leiðini, stúrir fyri trygdini, tí vegurin er ov smalur til tunga ferðslu
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Hondbóltur: Føroyar – Montenegro
203111
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840