Bretar vísa Merkinum heiður og leggja krans

Bretar vísa Merkinum heiður og leggja krans
Umboð fyri bretsku sendistovuna í Keypmannahavn verða við á flaggdagshaldum í morgin og fara at leggja krans í kirkjugarðunum í Havn og í Miðvági
Flaggdagur er í morgin. Tann 25. apríl fyri 85 árum síðan varð Merkið viðurkent sum føroyskt flagg
 
24.04.2025 - 17:46

Í sambandi við, at tað í morgin eru 85 ár síðan Merkið varð viðurkent sum føroyskt flagg, fer umboð fyri bretsku sendistovuna í danska kongsríkinum í morgin at leggja krans á nýggja kirkjugarðinum í Havn og í Miðvági.

Veteranar frá The Cameronians, sum var bretski herflokkurin, ið gjørdi tænastu í Føroyum undir seinna heimsbardaga, verða eisini til staðar.

Kransur verður lagdur til minnis um tey, sum lótu lív undir seinna heimsbardaga, í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn klokkan 12 og í kirkjugarðinum í Miðvági umleið klokkan 17.30.

Eisini fer ein bretsk sekkjapípa at vera við í flaggdagsskrúðgonguni í Havn.

Tað vóru bretar, sum av fyrstan tíð viðurkendu Merkið sum føroyskt flagg, tí føroysku skipini ikki longur kundu sigla við donskum flaggi orsakað av krígnum.

Í eini almennari viðmerking í tíðindaskrivi sigur bretska sendikvinnan í Danmark, Joëlle Jenny, seg fegnast um, at bretar kunnu vera við til at hátíðarhalda føroyska flaggið.

"Merkið er eitt týðandi súmbol í okkara felags søgu, og eg eri errin av leiklutinum, sum Sameinda kongsríkið hevur spælt í føroysku tjóðarsøguni. Okkara felags søga er grundarlagið fyri einum sterkum felagsskapi, har vit arbeiða saman fyri eini blómandi og tryggari framtíð," sigur bretska sendikvinnan.

 

Hermannagravir í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn. Bretar fara í morgin at leggja krans í kirkjugarðunum í Havn og í Miðvági til minnis um tey, sum lótu lív undir seinna heimsbardaga (Mynd: torshavn.fo)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959