Tveir játta seg partvís sekar

Tveir játta seg partvís sekar
Tveir av monnunum í stóra rúsevnamálinum, sum hava smuglað 18 kilo av hassji umframt hassjolju til Føroya, hava játtað seg partvíst sekar, meðan fýra siga seg vera ósekar
Seks menn eru ákærdir fyri at hava smuglað 18 kilo av hassji og 800 gramm av hassjolju til Føroya í fjør heyst.
 
22.04.2025 - 15:59

Eitt av stóru rúsevnismálunum er fyri í Føroya rætti hesa vikuna. 

Seks menn, allir danir, eru ákærdir fyri at hava smuglað 18 kilo av hassji og 800 gramm av hassjolju til Føroya í fjør heyst við tí endamáli at selja hassjið í Føroyum.

Hassjolja er nógv sterkari enn onnur evni, sum eru gjørd úr kannabisi.

Í oljuni eru 90 prosent THC. Í øðrum, sum er gjørt úr kannabisi, eru í miðal 12 prosent THC.  

Ein teirra ákærdu kom til Føroya við hassjinum í bátinum Emelie úr Danmark.

Báturin legði at á Sandi.

Tveir aðrir, sum eru ákærdir, gróvu hassjið niður í haganum oman fyri omankoyringina til Kirkjubøar.

Teir vóru tiknir á bóli á staðnum.

 

Royndu at hvítvaska 1,3 milliónir krónur

Menninir eru eisini ákærdir fyri at royna at hvítvaska 1,3 mió. kr.

Tveir teirra vóru tiknir, tá teir koyrdu um borð á Norrønu 17. oktober í fjør.

Tollarar funnu pengarnar, 1,3 mió. kr., í holrúmum í bili teirra.

Teir skuldu til Danmarkar.

Politiið sigur, at pengarnir stava frá ólógligum virksemi. 

 

1739359

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959