Fleiri bíða eftir H-bygninginum

Fleiri bíða eftir H-bygninginum
B7, B8 og isolatiónsstovur bíða eins og psykiatriski depilin eftir at sleppa at flyta inn í H-bygningin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.04.2025 - 16:38

Sjúkrastovurnar í H-bygninginum, sum ikki eru tiknar í nýtslu til sjúklingar, verða brúktar sum goymslurúm. Og, tað eru eisini aðrar deildir enn psykiatriski depilin sum ikki eru fluttar inn.

Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.  

Fyrireikingarnar til verkætlanina H-bygningurin vóru í árunum 2009-12, projektering var í 2012-15 og spakin varð settur í til H-bygningin í 2015.  
Upprunaætlanin var, at inn- og royndarkoyra H-bygningin í 2022 og 2023.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum veit enn ikki, nær H-bygningurin fæst at virka til fulnar. 

Súsanna Bertholdsen hevur tí boðsent Landsverki og leiðsluni á Landssjúkrahúsinum til fundar beint eftir páskir. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum á nátturða:

Susanna_Bertoldsen_H-bygningurin

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610