Meiriluti fyri verjuavtalu við USA um herdeildir í Danmark

Meiriluti fyri verjuavtalu við USA um herdeildir í Danmark
Fólkatingið viðger í dag avtaluna, sum er gjørd við USA um verjusamstarv, men ivi er sáddur um heimildirnar í avtaluni
Skipað verður fyri mótmælistiltaki uttan fyri Christiansborg, í sambandi við at fólkatingið í dag viðger avtaluna um verjusamstarv við USA.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.04.2025 - 11:01

Meirilutin er í fólkatinginum fyri avtaluni um at styrkja verjusamstarvið við USA.

Avtalan var gjørd í desember 2023 við undanfarnu amerikonsku stjórnina, og hon skal styrkja trygdina í Evropa og møguleikarnar hjá Nato at virka í donskum øki.

Avtalan fevnir tó ikki um Føroyar og Grønland, skrivar danska Tv2.

Longu tá var ivi sáddur um heimildirnar, sum Danmark fór at geva amerikanarum í avtaluni, sum ikki kann sigast upp í 10 ár. 

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Danmark vánaligur sameindi

Men seinastu mánaðirnar hevur nógv kjak verið um avtaluna, nú nýggja amerikanska stjórnin hevur skírt Danmark at vera ein vánaligur sameindur, og hon hevur boðað frá, at hon er til reiðar at gera tað, sum er neyðugt fyri at fáa Grønland.

Men ivi er sáddur um avtaluna. 

Fleiri flokkar vilja hava greitt svar frá donsku stjórnini um, hvørjar heimildir ætlan er at geva amerikonskum deildum á danskari jørð.

Avtalan við USA merkir, at amerikanskar deildir kunnu hava støð í Karup, Skrydstrup og Aalborg í styttri ella longri tíðarskeið.

 

Hvørki tyssibumbur ella kjarnorkubumbur

Tað er ikki greitt, hvussu nógvar hermenn USA kann seta á danska jørð.

Avtalan heimilar hvørki tyssibumbum ella kjarnorkubumbum á danskari jørð, skrivar Tv2.

1.viðgerð um avtaluna er í fólkatinginum í dag.

Danska stjórnin væntar, at avtalan kann koma í gildi eitt ár eftir, at hon er samtykt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313