Parkeringsgjøldini á flogvøllinum hækka 1. mai

Parkeringsgjøldini á flogvøllinum hækka 1. mai
Gjøldini eru ikki broytt síðani 2019
Nú verður dýrari at parkera við flogvøllin.
Mynd: Vága floghavn  
 
10.04.2025 - 08:07

Við gildi frá 1. mai 2025 hækka gjøldini fyri at parkera á p-økinum hjá Vága Floghavn.

Verandi gjøld eru óbroytt síðani 2019. 

Vága Floghavn hevur eina prísskipan, har dagsprísurin lækkar stigvíst í mun til longdina á parkeringartíðarskeiðnum. 

Sum dømi um prísbroytingina kunnu nevnast, at hevur tú parkerað í tríggjar dagar, hækkar gjaldið  kr. 45 - úr kr. 240 upp í kr. 285, og hevur tú parkerað í átta dagar, hækkar gjaldið  kr. 180 - úr kr. 520 upp í kr. 700.

Parkering styttri enn tveir tímar er ókeypis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610