Interpol strikar áheitan um at handtaka Paul Watson

Interpol strikar áheitan um at handtaka Paul Watson
"Red notice" er ein áheitan á løgregluna í øllum londum um at handtaka fólk, tí tey skulu útflýggjast ella í rættin
Paul Watson var latin leysur, eftir at hava verið í næstan fimm mánaðir í varðhaldi í Grønlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.04.2025 - 08:23

Interpol, altjóða samstarvið hjá løgregluni, hevur fyribils strikað "red notice" um Paul Watson, sigur advokatur hansara, Julie Stage, við Ritzau.

"Red notice" er ein áheitan á løgregluna í øllum londum um at handtaka fólk, tí tey skulu útflýggjast ella í rættin.

Watson var tikin í Nuuk í fjør summar, tí "red notice" var úr Japan. 

Hann var latin leysur, eftir at hava verið í næstan fimm mánaðir í varðhaldi. Og hann var ikki latin Japan.

Ein nevnd hjá Interpol fer í juni at avgera, um "red notice" um Paul Watson skal strikast eina ferð fyri allar.

Men fyribils er hon strikað, skrivar Ritzau.

196 lond eru í Interpol.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363