Trupulleikar av nýggjari vegoyggj í Søldarfirði

Trupulleikar av nýggjari vegoyggj í Søldarfirði
Fleiri dømi er um, at bilførarar hava havt ampa av oynni
Ein oyggj er gjørd á vegnum til Søldarfjarðar, men hon sæst illa í myrkri. (Savnsmynd: Wikipedia)
 
07.04.2025 - 13:24

Tá ið tú koyrir frá rundkoyringini á Skipaneskrossinum og nærkast Søldarfirði, er ein vegoyggj gjørd, sum skal minka um ferðina.

Men fólk fýlast á, at tað er ikki so lætt at síggja oynna í myrkri og tá sýnið er ringt.

Og tað mátti Johild Joensen úr Lamba ásanna seinasta mánakvøld um níggju-tíðina, tá hon koyrdi á oynna.

Johild Joensen hevur hoyrt, at aðrir bilførarar hava eisini havt ampa av nýggju vegoynni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07042025_Vegoyggj

 

 

Tað lá ikki fyri hjá Landsverki at gera viðmerking um vegoynna til tíðindasendingina á middegi.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. desember
Morgunlestur fríggjadagur 12.desember 2025
201348
Hósdag 11. desember
RagnarRokk 11.desember 2025
200094
Hósdag 11. desember
Kvørnin: Trý føroysk jólaløg
201384
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310