Netanyahu vitjar Trump í dag

Netanyahu vitjar Trump í dag
Hóast USA er tættasti sameindi hjá Ísrael, sleppur Ísrael kortini ikki undan nýggja tollinum, sum verða innfluttar til USA
Henda myndin var tikin, tá Netanyahu hitti Trump í februar. Í dag er Netanyahu aftur í Hvítu húsunum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
07.04.2025 - 09:30

Ísraelski forsætisráðharrin fer í dag vitja í Hvítu húsunum í Washington.

Benjamin Netanyahu er fyrsti stjórnarleiðari, sum vitjar Trump, eftir at hann kunngjørdi nýggja tollin. 

Sambært ísraelska forsætisráðharranum skulu teir tosa um ísraelsku gíslarnar í Gasageiranum, boðini frá Altjóða revsidómstólinum ICC, um at handtaka Netanyahu, og eisini um tollspurningin.

USA er tættast sameindi hjá Ísrael, men Ísrael slapp kortini ikki undan nýggja tollinum á vørur, sum verða innfluttar til USA.

 

17 prosent

Eftir ætlan verður amerikanski revsitollurin á ísraelska vørur 17 prosent, og hann kemur í gildi mikudagin.

Netanyahu vitjaði eisini í Washington í februar mánaði. 

Tá segði Trump, at USA skuldi havt eftirlitið við Gasagerianum fyri at menna økið. 

Palestinar, sum búgva í økinum, skulu, sambært ætlanini hjá Trump, flyta til onnur lond.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959