Kassar við atkvøðuseðlum fóru á flog

Kassar við atkvøðuseðlum fóru á flog
Í tveimum førum hvurvu kassar við atkvøðuseðlum í Grønlandi, men tað broytti ikki valúrslitið
Hóast onkur kassi við atkvøðuseðlum hvarv í sambandi við landstingsvalið, vóru atkvøðuseðlarnir funnir aftur, og tað broytti ikki valúrslitið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.04.2025 - 15:41

Grønlendsku myndugleikarnir hava nú gjørt eina sonevnda valbók, sum er ein frágreiðing um valið til Inatsisartut, sum var 11. mars.

Í valbókini stendur millum annað, at í tveimum førum er kassin við atkvøðuseðlunum horvin á veg frá valstaðnum til kommununa.

Í Aasiaat mistu fólk ein kassa við atkvøðuseðlum, sum fóru á flog í vindinum. Tað eydnaðist tó at finna allar atkvøðuseðlarnar aftur uttan tríggjar. Hetta vóru tríggjar atkvøður hjá Aki-Matildu Høegh-Dam.

 

Broytti ikki valúrslitið

Atkvøðurnar vóru longu taldar upp, og hesar tríggjar atkvøðurnar høvdu ikki broytt valúrslitið.

Í Ilulissat fann ein borgari ein horvnan kassa við atkvøðum. Hetta skuldi eitast at vera ein kassi við blankum og ógildaðum atkvøðum, men har vóru eisini tvær gildugar atkvøður til Anthon Frederiksen úr Naleraq í kassanum.

Valnevndin sigur sambært DR, at handfaringin av atkvøðuseðlunum er átaluverd, men sigur eisini, at hetta hevur ikki havt nakran týdning fyri endaliga valúrslitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852