- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Langsiktað er tunnilin betri

Kjakið um Suðuroyartunnilin er so heitt, sum tað nakrantíð hevur verið.
Fyrr í dag kjakaðust Teitur Samuelsen, stjóri í pf. Suðuroyartunlinum, og Kristian Stórhamar, sum er limur í privata tunnilsbólkinum, og sum hevur verið við til at gera allar hinar undirsjóvartunlarnar, sum eru í Føroyum, um evnið, og har kom fram, at privati tunnilsbólkurin mælir til at bíða við at samtykkja uppskotið, sum liggur í Løgtinginum nú til tað er kannað til botns, hvat rætta uppskotið er.
Privati tunnilsbólkurin heldur millum annað, at tað kann bera til at gera tunnilin skjótari lidnan við at velja eina øðrvísi loysn, sum er longri, men sum fer upp í Skúgvoy, tí tað kann tá borast úr trimum støðum í senn. Og tað styttir arbeiðið við tveimum árum, sigur privati bólkurin. Tunnilsfelagið heldur tó uppá, at valda linjan er tann rætta og vísir á sínar ráðgevar.
Í einum øðrum kjaki siga bæði Búskaparráðið og Landsbankin, at tað fíggjarliga ikki er ráðiligt at fara undir Suðuroyartunnilin beint nú, tí føroyski búskapurin hevur stórar haldføristrupulleikar, sum mugu loysast fyrst.
Í gjár skipaði Aksel V. Johannesen, løgmaður, fyri kunningarfundi, har hann gav tingfólkunum alla ta kunning, sum tey vildu hava, og tey fingu eisini ein drúgvan teldupost frá privata tunnilsbólkinum, sum arbeiðir við alternativum uppskotum um Suðuroyartunnilin. Privati tunnilsbólkurin var ikki boðin við á fundin.
Mitt ímillum standa suðuroyingar, sum - í øllum førum tey flestu - vilja hava ein tunnil, ongantíð ov skjótt.
Í tíðindunum á nátturða í kvøld hevði Kringvarpið eina samrøðu við Aksel V. Johannesen, løgmann, um hansara sjónarmið, og har segði hann, at verður hugt langt fram í tíð, 50, ella 60 ár, so er hann ivaleysur um, at tunnilin er rætta loysnin. Spurningurin er bara, um hann skal gerast nú, tí verður hann gjørdur nú, so má nógv annað bíða, segði løgmaður og vísti millum annað á nýggja vaktar- og bjargingarskipið, sum má bíða, á tjóðpallin og á aðrar tunlar, sum liggja í kortunum longu nú.
Trýst á leinkið niðanfyri, fyri at hoyra alt innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld.