Hægstirættur: Varðhaldsfongslingin av Watson var í lagi

Hægstirættur: Varðhaldsfongslingin av Watson var í lagi
Paul Watson var í varðhaldi í Nuuk frá 21. juli til 17. desember í fjør
Hægstirættur hevur tikið støðu til kæruna um drúgvu varðhaldsfongslina av Paul Watson í Nuuk í fjør.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.04.2025 - 08:29

Hægstirættur hevur tikið støðu til kæruna, um at Landsrætturin í Grønlandi ferð eftir ferð staðfesti avgerðina hjá rættinum í Grønlandi at varðhaldsfongsla Paul Watson.

Hann var í varðhaldinum í Nuuk frá 21. juli til 17. desember í fjør.

Hægstirættur staðfestir, at treytirnar hjá rættinum í Grønlandi og Landsrættinum í Grønlandi fyri varðhaldi vóru loknar í samsvari við krøvini í grein 5 í Mannarættindasáttmálanum.

Paul Watson varð handtikin í Nuuk eftir áheitan frá Japan, og sum vil hava Watson, ið er ímóti hvalaveiði, útflýggjaðan fyri eina hending í Antarktis í 2010. 

Japan skuldsetir Paul Watson fyri at hava framt atsókn at  japanskum hvalaveiðifólkum. Eitt hvalaveiðifólk skaða í atsóknini.

Verjarnir hjá Watson undraðust undir rættarmálinum á, um tað stóð mát við ákærurnar at leingja varðhaldið hjá Watson, meðan myndugleikarnar viðgjørdu áheitanina frá Japan um útflýgging.

Hægstirættur skrivar um tað: - Hægstirættur staðfestir, at handfaringin hjá danska Løgmálaráðnum í málinum mátti metast at vera framd á rímiligan hátt.

- Samsvarandi hesum, og við atliti at umstøðum fyri varðhaldsfongsling, verður varðhaldsfongslingin ikki mett at vera óproportionel, sigur Hægstirættur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955