Mette Frederiksen á veg til Grønlands

Mette Frederiksen á veg til Grønlands
Forsætisráðharrin fer m.a. at hitta nýggja landsstýrisformannin, Jens-Frederik Nielsen
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, er farin á almenna vitjan í Grønlandi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.04.2025 - 15:04

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, er á veg til Grønlands, har hon verður á almennari vitjan til fríggjadagin.

Hon skal hitta nýggja grønlendska landsstýrisformannin, Jens-Frederik Nielsen, og tey skulu millum annað tosa um, hvussu samstarvið millum Danmark og Grønland skal síggja út.

Summir grønlendskir politikarar hjá Siumut og Attasut hava víst sína ónøgd við, at Mette Frederiksen kemur til Grønlands, áðrenn nývalda grønlendska tingið formliga hevur góðkent landsstýrið.

Men Jens-Frederik Nielsen er fegin um vitjanina og gleðir seg til at tosa við Mette Frederiksen, eftir at bæði Grønland og Danmark hava merkt trýstið frá USA og Donald Trump, sum fleiri ferðir hevur víst sín áhuga í at yvirtaka Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337