79 fólk handtikin fyri barnaporno

79 fólk handtikin fyri barnaporno
Týska løgreglan hevur staðið á odda fyri átakinum móti barnapornografiska netverkinum, ið verður roknað sum eitt av teimum størstu í Evropa
Týska løgreglan hevur staðið á odda fyri átakinum, sum var í fleiri enn 30 londum. (Savnsmynd)
 
02.04.2025 - 14:50

Tilsamans 79 fólk eru handtikin í einum stórum átaki móti barnaporno í fleiri enn 30 londum.

Tað skrivar norska kringvarpið, NRK.

Handtiknu persónarnir eru undir illgruna fyri at hava hugt at, ella tikið niður barnapornografiskt tilfar á netinum, og í summum førum eisini fyri sjálvi at hava tikið lut í brotsgerðunum.

Týska løgreglan hevur staðið á odda fyri átakinum móti hesum barnapornografiska netverkinum, ið verður roknað sum eitt av teimum størstu í Evropa.

Sambært týska blaðnum Bild eru funnar fleiri enn 91.000 videoupptøkur frá 2022 til í dag. Fleiri enn 1,8 milliónir brúkarar í allari verðini eru við í netverkinum. Av hesum vórðu 1.393 undir illgruna, og 79 fólk eru nú handtikin.

11. mars varð hald lagt á servaran hjá netverkinum, sum stóð í Niðurlondum, og um somu tíð yvirtók Europol samskipanina av átakinum, ið verður roknað sum størsta átak móti barnaporno higartil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955