Amerikanarar avlýsa at vitja grønlendingar

Amerikanarar avlýsa at vitja grønlendingar
Vitjanin í Nuuk og vitjanin á hundasletukappingini í Sisimiut eru eftir á øllum at døma avlýstar. Í staðin vitja varaforsetahjúnini amerikanska herstøð í Grønlandi
Tað vera nú, eftir øllum at døma, bara varaforsetin og konan, sum vitja Grønland fríggjadagin
 
25.03.2025 - 21:19

Tað vera nú bara varaforsetin, JD Vance og konan, Usha Vance, ið vitja Grønland fríggjadagin. Upprunaliga boðaðu amerikanarar frá, at sletuhundakappingin í Sisimiut var osøkin til, at Usha Vance kom til Grønlands at vitja. Men tann vitjanin er avlýst. Tað boða Hvítu Húsini frá í kvøld.

Sambært upplýsingum hjá grønlendska blaðnum, Sermitsiaq, so er ætlaða vitjanin í Nuuk eisini avlýst. Tí verður bara talan um at vitja amerikanska Pituffik Space Base, sum er gamla Thule støðin, har amerikanarar í løtuni hava herstøð.

Lotte Mejlhede, korrespondentur hjá danska TV2 í USA, sigur seg vita frá keldum, at nú vera tað bara JD Vance og Usha Vance, sum koma til Grønlands. Hennara keldur vilja vera við, at vitjanin hjá serliga trygdarráðgevanum, Mike Waltz, og orkumálaráðharranum, Chris Wright, eru avlýstar.

Er hetta rætt, so fara amerikansku gestirnir ikki at síggjast millum grønlendska fólkið á hesum sinni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365