Orglið er upp til kirkjuráðið

Orglið er upp til kirkjuráðið
Jógvan Fríðriksson, bispur, sigur tað vera tað einstaka kirkjuráðið, sum hevur seinasta orðið, tá ið ein kirkja skal hava nýtt orgul.
Jógvan Fríðriksson, bispur
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
23.03.2025 - 14:55

- Eitt kirkjuorgul skal fyrst og fremst stuðla sálmasanginum, og tað er upp til tað einstaka kirkjuráðið at taka støðu til, hvat orgul ein kirkja skal hava.

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, bispur, nú Organistfelagið finst at, at kirkjan í Vestmanna, sum hevur havt elektroniskt kirkjuorgul, nú hevur skift tað gamla um við eitt nýtt elektroniskt kirkjuorgul.

- Málsviðgerðin er staðbundin, so í hesum føri er tað upp til kirkjuráðið í Vestmanna kirkju at finna fram til, hvat tey ætlað, sigur hann.

- Kirkjurnar eru ymiskar. Vit skulu hava stórar kirkjur við størri møguleikum, og vit skulu hava smærri bygdakirkjur við færri møguleikum.

Jógvan Fríðriksson tekur ikki dagar ímillum, um talan skal vera um pípuorgul ella elektrisk kirkjuorgul, men at talan skal vera um ljóðføri, ið stuðla sálmasanginum.

Bara sálin er ekta
Í tíðindunum í gjárkvøldið fanst Símun Hammer, formaður í Organistfelagnum, at, at vestmenningar hava fingið sær eitt elektroniskt kirkjuorgul, heldur enn eitt pípuorgul.

Bispur skilir væl, at roynt verður at halda fast við pípuorglið, sum er tað upprunaliga ljóðførið, samanborið við talgild og elektronisk kirkjuorgul, sum eru eftirgerðir, ið royna at líkjast einum veruligum pípuorgli:

- Tað er so nógv, sum er eftirlíkningur, men tað fyrsta og fremsta er, at sálin í tí arbeiði, sum verður gjørt í kirkjuni, ikki er eftirlíkningur, men er ekta, sigur Jógvan Fríðriksson.

- Hetta merkja vit í Vestmanna, har tey hava heit hjørtu, heitar hendur og heitar tungur, ið syngja saman við orglinum. Og tað má hóast alt hava øgiliga nógv at siga, hóast vit altíð skulu hava virðing fyri sakkunnleikanum, sigur bispur.

Organistfelagið sóknast eftir eini reglugerð fyri, hvørji orgul kunnu brúkast í eini kirkju, og Jógvan Fríðriksson er ikki ósamdur. Men hann heldur tað hava týdning, at hildið verður fast við, at tað er tað einstaka kirkjuráðið, sum hevur seinasta orðið.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Jógvan Fríðriksson:

2025-03-23-Jogvan-Fridriksson

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959

Meira um sama evni