Mette tekur USA í álvara

Mette tekur USA í álvara
Danski forsætisráðharrin sigur, at eitt samstarv við USA má hvíla á grundleggjandi virði um fullveldi og virðing millum lond og fólk.
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
23.03.2025 - 17:14

Mette Fredriksen, forsætisráðharri, tekur amerikansku vitjanina í Grønlandi í størsta álvara. Hon vil ikki gera samrøðu við miðlarnar, men hevur í staðin sent miðlunum eina skrivliga fráboðan, sum ljóðar soleiðis:

“Tað ber ikki til at síggja vitjanina úr USA, uttan at tengja hana saman við almennu útsagnirnar, sum eru komnar, ” sigur danski forsætisráðharrin og heldur fram:

“Í kongaríkinum ynskja vit at samstarva við amerikanararnar. Men tað má og skal vera eitt samstarv, sum hvílir á grundleggjandi virði um fullveldi og virðing millum lond og fólk.”

Mette Frederiksen sigur, at hetta er nakað, sum tey taka í fullum álvara: “Samskiftið við USA um Grønland fer at vera tætt samskipað millum dansku stjórnina og komandi grønlendsku stjórnina”, sigur Mette Fredriksen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955