Atli Gregersen: Vit trúgva fult og fast upp á tað

Atli Gregersen: Vit trúgva fult og fast upp á tað
Kekkia er eitt sterkt lið við góðum spælarum. Men Atli Gregersen, føroyski hjálparvenjarin trýr fult og fast upp á, at vit kunnu kappast ímót teimum.
 
22.03.2025 - 12:28

Í kvøld skal føroyska manslandsliðið í fótbólti spæla móti Kekkia á útivølli. Søguligu tølini geva ein dapra mynd, tí Kekkia hevur samanlagt vunnið 23-0 teir níggu dystirnar Føroyar hava spælt móti teimum.

Men dysturin í kvøld er serligur, tí hetta er fyrsti dystur, har Eyðun Klakkstein og Atli Gregersen standa við endan, eftir at teir vóru settir í starv. Teir hava staðið á odda einaferð áður, men tað var bara ein fyribils loysn tá.

Tróndur Arge tosaði við hjálparvenjaran, Atla Gregersen, í gjárkvøldið. Hann ásannar, at Kekkia er eitt sterkt lið, men hann trýr fult og fast upp á, at vit kunnu kappast ímót teimum. 

 

1733509

 

Dysturin verður í kvøld kl. 19.45 og Kringvarpið byrjar at senda klokkan 19.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815