Gjaldsskipan hjá Formula riggar framúr væl

Gjaldsskipan hjá Formula riggar framúr væl
Tá Eysturoyartunnilin lat upp, valdi tunnilsfelagið at vraka norsku gjaldsskipanina og fáa Formula at menna eina nýggja føroyska skipan. Og tað hevur eydnast serstakliga væl
Ferðsla í Eysturoyartunlinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.03.2025 - 18:30

Tá farið var undir ætlanirnar við Eysturoyartunlinum, fóru Tunnilsfelagið og Formula undir at menna eina nýggja gjaldsskipan. Orsøkin var millum annað, at tann gamla norska skipanin var tung at fáast við, tí hon var ment sum ein standardskipan til norsku tunlarnar.

Tað gav at bíta, tá tunnilsfelagið í 2015 valdi at strika skipanina við kubbum og heldur fara at lesa nummarplátur. Tað var tungt og tók sína tíð, at fáa norsku skipanina lagda um til tað, sigur Uni Danielsen, stjóri í Tunnilsfelgnum.

Tí valdi tunnilsfelagið at venda sær til Formula, um at menna eina nýggja gjaldsskipan. Tað tók hálvt annað ár, hon var tillagað í eitt hálvt ár og so var hon klár at taka endaliga í nýtslu, tá Eystruroyartunnilin lat upp.

Fróði Magnussen, stjóri í Formula sigur, at tey enn ikki eru farin undir at selja skipanina uttanlands. Hetta krevur drúgt søluarbeiði og at neyðugt verður at finna sær ein samstarvsfelaga, um hetta skal bera á mál. Men tað er nakað felagið umhugsar at fara undir, nú royndirnar hava verið so góðar.

Hoyr innslagið her:

1733414

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Leygardag 14. februar
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982
204218
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061