Bridgespælarar skulu planta pálmapíl

Bridgespælarar skulu planta pálmapíl
Um vikuskiftið er Bridgefestivalur í Havn, har føroyingar og útlendingar kappast. Men tað verður ikki bara bridge á skránni, - tey fara eisini at hjálpa Skógrøkt Landsins
Mynd: Savn.  
 
21.03.2025 - 18:10

Um vikuskiftið verður Bridgefestivalur, ein altjóða bridgekapping í Dansifrøi í Havn. Tað vera umleið 120 fólk, ið fara at kappast, og hetta er 6. ferð at kappingin er í Føroyum.

Helvtin av bridgespælarunum ferðast til Føroya úr útlondum, og fyriskipararnir av kappingini hava avgjørt, at tey ferðandi skulu bøta um føroysku náttúruna meðan tey vitja.

Jákup Sørensen er ein av fyriskiparunum av bridgekappingini, og so er hann eisini í ambassadørnetverkinum hjá Visit Faroe Islands. Hann greiðir frá fyribrigdinum "endurbøtandi ferðavinna", sum tey vitjandi á bridgefestivalinum í ár altso eru partur av. Jákup Sørensen fegnast eisini um, at so nógv fólk velja at koma til Føroya at spæla bridge.

Hoyr innslagið her:

1733432

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. februar
RagnarRokk: René Berthiaume um Equinox
204332
Týsdag 17. februar
Morgunlestur týsdagur 17.februar 2026
204088
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223