Barnamálaráðharrin leggur frá sær - fekk barn við 16 ára gomlum dreingi

Barnamálaráðharrin leggur frá sær - fekk barn við 16 ára gomlum dreingi
Ásthildur Lóa Þórsdóttir var 23 ára gamul, tá hon fekk barn við dreingi, ið var vorðin 16 ár
Ásthildur Lóa Þórsdóttir er farin frá sum barna- og undirvísingarmálaráðharri í Íslandi.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
21.03.2025 - 08:05

Íslendska ríkisstjórnin kom beint fyri jól í fjør.

Nú hevur fyrsti ráðharrin í henni lagt frá sær.

Tað er Ásthildur Lóa Þórsdóttir, barna- og undirvísingarmálaráðharri, í Flokki fólksins.

Komið er undan kavi, at hon, 23 ára gomul, átti barn við dreingi, sum júst var vorðin 16 ár.

Tey hittust, tá hon var 22 og hann 15 ár.

Ásthildur Lóa Þórsdóttir hitti dreingin, tá hon var leiðari í einum kristiligum ungdómsfelagsskapi.

Ásthildur Lóa Þórsdóttir heldur fram í altinginum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. desember
Jambalaja - 131225
201467
Leygardag 13. desember
Vikugesturin: Hetta kann eg ikki liva við
201465
Leygardag 13. desember
Vikan 13. desember 2025
201459
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392