Arvaði sjófeingislógina - tekur undir við broytingunum

Arvaði sjófeingislógina - tekur undir við broytingunum
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vísir á, at verandi andstøða hevur samtykt meginpartin av sjófeingislógini
Jóhan Christiansen er nýggjur landsstúrismaður í fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.03.2025 - 13:20

Lógaruppskotið um broytingar í sjófeingislógini hevur verið til 1. viðgerð í løgtinginum, og er nú í vinnunevndini. 

Síðani uppskotið bleiv lagt fram, hevur útskifting verið í landsstýrissessinum í fiskivinnumálum, har Jóhan Christiansen hevur avloyst Dennis Holm. 

Jóhan Christiansen tekur undir við broytingaruppskotinum og vísir á, at meginparturin av lógini eisini er nakað, sum verandi andstøða longu hevur samtykt.

Í galdandi lóg stendur, at útlendskur ognarskapur í fiskivinnuni skal vera burtur í 2032. Í broytingaruppskotinum verður lagt aftrat, at tað heldur ikki skal bera til hjá útlendingum at koma inn í fiskivinnuna eftir 1. juli í ár. Og tað heldur Jóhan Christiansen vera skilagott.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21032025_Johan_og_sjofeingi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343