Aðalskrivari í FNU: Alsamt fleiri føroyingar síggja álvaran í náttúruverju

Aðalskrivari í FNU: Alsamt fleiri føroyingar síggja álvaran í náttúruverju
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag hevur fingið stuðul til eina 4-ára verkætlan frá Aage V. Jensen Naturfond. Tí hevur felagið gjørt av at seta Fíu Niclasen sum aðalskrivara
 
20.03.2025 - 11:20

Fía Niclasen sigur, at áhugin fyri náttúruni av álvara tók seg upp í tannárunum, tá hon bleiv tilvitað um veðurlagsbroytingar og hvussu tær kunnu ávirka okkara lív.

Komandi aðalskrivarin hevur eina BSc í Management with Entrepreneurship frá Goldsmiths University og eina MSc í Environmental Technology frá Imperial College London.

Umframt hetta hevur hon royndir í verkætlanarleiðslu, náttúru- og umhvørvisátøkum og altjóða og norðurlendskum samstarvi.

Fía hevur verið ein virkin partur av FNU í trý ár, og hevur  hevur staðið á odda fyri fleiri átøkum. Á næsta aðalfundi fer hon frá sum næstforkvinna og tekur við starvinum sum aðalskrivari 1. mai.

- Hetta er eitt ógvuliga týðandi starv, ásannar Fía Niclasen.

Hon heldur seg síggja alsamt fleiri føroyingar taka náttúruverju í álvara.

Ikki minst eru nógv ung klár at taka tøk.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941