Borgarstjórin í Istanbul handtikin

Borgarstjórin í Istanbul handtikin
Ekrem Imamoglu verður lagdur undir mutur og at hava tilknýti til yvirgang
Ekrem Imamoglu, borgarstjóri í Istanbul, er handtikin.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.03.2025 - 09:39

Turkiska løgreglan hevur handtikið borgarstjóran í Istanbul, Ekrem Imamoglu, sum er ein av fremstu politisku kappingarneytunum hjá forsetanum, Recep Tayyip Erdogan.

Borgarstjórin var handtikin í sambandi við húsarannsókn í morgun.

Kunningarfólkið hjá Imamoglu váttar, at hann er handtikin, og er fluttur á høvuðsløgreglustøðina í býnum.

Lokalir miðlar skriva, at handtøkan hevur samband við kanningar um mutur og um tilknýti til yvirgang. Men upplýsingarnar eru ikki alment váttaðar.

Imamoglu varð handtikin bert fáar dagar fyri, at hann væntandi fór at vera valdur til forsetavalevni fyri stóra andstøðuflokkin, CHP.

 

Tóku prógvið aftur

Í gjár tók eitt turkiskt universitet aftur prógvið hjá Imamoglu. Universitetið hevði eftir øllum at døma funnið fram til óreglusemi, sum skal vera farið fram í nítiárunum. 

Í Turkalandi er krav, at tey sum stilla upp, hava universitetsútbúgving.

Formaðurin í CHP, Özgur Özel, heldur, at handtøkan av Imamoglu í veruleikanum er ein kvettroynd.

- Vit uppliva eina kvettroynd móti okkara næsta forseta, sigur hann.

Sambært almennu tíðindastovuni Anadolu, hevur ákæruvaldið givið boð um at handtaka umleið 100 fólk aftrat. 

Myndugleikarnir hava stongt fleiri vegir kring stórbýin Istanbul og bannað mótmælisgongum í býnum í fýra dagar, fyri eftir øllum at døma at royna at forða fyri mótmælisgongum, orsakað av handtøkuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955