Watson til Íslands at órógva hvalaveiðu

Watson til Íslands at órógva hvalaveiðu
Íslendska stjórnin hevur givið loyvi til at skjóta 201 nebbafisk og 217 sildrekar í summar
Watson sigur, at felagsskapur hansara eisini hevur eftirlit við hvalaveiðuni hjá Japan.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.03.2025 - 08:05

Paul Wat­son ætlar sær til Íslands í juni at órógva hvalaveiðuna har.

Tað sigur hann við miðilin Kyodo.

Íslendska stjórnin hevur givið loyvi til at skjóta 201 nebbafisk og 217 sildrekar í summar.

Loyvið er galdandi í fimm ár. Tað skal ikki endurnýggjast hvørt ár.

Watson sigur, at felagsskapur hansara eisini hevur eftirlit við hvalaveiðuni hjá Japan.

Fer Japan aftur í Suðuríshavið í heyst at skjóta hval, vera vit har, sigur Watson. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610