Báðir partar tóku av semingsuppskotinum

Báðir partar tóku av semingsuppskotinum
Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið fyri handilsskip hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála
Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, og Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri farmaskip, tá skrivað var undir nýggja sáttmálan.
Mynd: Vinnuhúsið  
 
18.03.2025 - 12:49

Semingsstovnuirin legði í gjárkvøldið fram semingsuppskot í sáttmálatrætuni millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið fyri farmaskip, og á middegi í dag boðaðu partarnir frá, at teir tóku av semingsuppskotinum. 

Nýggi sáttmálin er galdandi í tvey ár, og hann umfatar handilsskip, frálandavinnuskip, Bakkafrost og Norrønu.

Lønarhækkingin er 4,32 prosent fyrra árið og 3,87 prosent seinna árið.

Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024

Annfinnur Garðalíð, formaður í FSN, og Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri farmaskip, siga seg vera nøgdar við nýggja sáttmálan.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18032025_Annfinnur_og_Jens_M

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343