Nýggi kanadiski forsætisráðharrin vitjar í Evropa

Nýggi kanadiski forsætisráðharrin vitjar í Evropa
Mark Carney sigur, at Kanada verður ongantíð partur av USA
Mark Carney hevur tikið við sum kanadiskur forsætisráðharri eftir Justin Trudeau.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.03.2025 - 08:34

Nýggi forsætisráðharrin í Kanada, Mark Carney, fór í gjár til Evropa, og ætlan hansara er styrkja sambandið við Evropa.

Støðan millum Kanada og USA er vorðin alsamt spentari. 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur hækkað tollin á innfluttum vørum úr Kanada, og hevur fleiri ferðir róð framundir at innlima Kanada í USA.

Hetta er fyrsta uttanlandsferðin hjá Carney sum kanadiskur forsætisráðharri. 

 

Verða ongantíð partur av USA

Í røðu síni á hátíðarhaldinum fríggjadagin, tá ið hann var tilnevndur forsætisráðharri, endurtók hann, at Kanada ongantíð verður innlimað í USA:

- Vit fara ongantíð, ongnatíð á nakran hátt, at vera partur av USA. Amerika er ikki Kanada. Tú hevði ikki havt hatta hátíðarhaldið í Amerika. Amerika hevur ikki eina stjórn. Vit eru eitt heilt annað land, segði nýggi kanadiski forsætisráðharrin.

Mark Carney tók við eftir Justin Trudeau, sum í januar boðaði frá, at legði frá sær sum forsætisráðharri. Hann heldur fram sum forfólk í Liberala flokkinum, til nýtt forfólk er valt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610