EM-sigur gav oddasess

EM-sigur gav oddasess
Við fyrsta útisigrinum í tólv royndum megnaði manslandsliðið í hondbólti at leggja seg á odda í sínum undankappingarbólki, nú bara tvey umfør eru eftir.
Ovurfegnu spælararnir fagnaðu teimum 700 føroysku áskoðarunum, sum vóru til staðar í Amsterdam fyri at stuðla manslandsliðnum til sigurs
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
16.03.2025 - 18:39

Eftir 15-15 í hálvleikinum var tað mestsum beinanvegin í seinna hálvleiki, at Føroyar tóku leiðsluna og hildu hana restina av dystinum, sum endaði 32-31 til Føroyar.

Annar av viðmerkjarunum, Sjúrður Hoydal, staðfesti, at longu frá byrjan í seinna hálvleiki høvdu Føroyar munin, og hin viðmerkjarin, Andrias Eriksen, torir at síggja fyri sær, at Føroyar nú av álvara hava sett kós ímóti EM.

Liðskiparin hjá Føroyum, málverjin Pauli Jacobsen, var eftir dystin kosin besti føroyski spælarin, og eisini landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff Larsen, var errin av liðnum.

Ísak Vedelsbøl, sum fekk sítt fyrsta landsliðsmál í dag og nøkur aftrat, helt verjuna gera stóra munin í dag, men heldur hetta eisini vísa, at føroyskur hondbóltur sum heild er á veg fram.

 

Føroyar lagt seg á odda

Føroyar eru á odda í okkara bólki í kappingini um at røkka EM-endaspælinum, sum verður í Danmark, Svøríki og Norra í januar næsta ár.

Føroyar hava fimm stig, og so koma Holland og Ukraina við fýra stigum í part, og Kosovo hevur trý stig. Ukraina og Kosovo hava eisini spælt í dag, og har vann Ukraina 36-25.

 

Her kanst tú hoyra nakrar samrøðubitar eftir dystin:

2025-03-16-hondboltslandslidid


Støðan í bólki 6

1. Føroyar 5 stig
2. Niðurlond 4 stig
--------------------
3. Ukraina 4 stig 
4. Kosovo 3 stig 

Nummar eitt og tvey í bólkinum fara víðari til EM-endaspælið í januar. Fýra teir bestu trý'arnir av teimum átta í undankappingini - teir sum vinna sær flest stig móti ovaru liðunum - sleppa víðari. Tað er óvuliga sannlíkt, at trý'arin úr hesum bólkinum kemur víðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835