Kringvarpið endurnýggjar rættindini til góðu, gomlu Mumi-røðina

Um KVFTíðindi
Kringvarpið endurnýggjar rættindini til góðu, gomlu Mumi-røðina
- Tað er avgerandi fyri okkum sum almennur miðil at veita børnum í Føroyum dygdargott føroyskt tilfar, sigur Barbara Samuelsen
 
12.03.2025 - 11:10

Flestøll kenna gomlu Mumi-framleiðsluna frá 1990unum, sum var send í sjónvarpinum í nógv ár.

Hósdagin 13. mars kunnu børn í Føroyum hyggja at væl umtóktu familjurøðini í nýggjari góðsku í VIT-appini, tí Kringvarpið hevur endurnýggjað rættindini til teir 47 partarnar, sum vóru framleiddir á føroyskum á sinni. Frameftir verður eisini ein Mumi-partur sendur í barnaløtuni hvørt hóskvøld.


Á barnaøkinum í Kringvarpinum verður stórur dentur lagdur á at framleiða gott, føroyskt tilfar til børn:

Útlendskt tilfar gerst alsamt meira dominerandi og hevur ávirkan á m.a. málið, so tað er okkara ábyrgd at tryggja, at føroysk børn hava atgongd til dygdargott føroyskt tilfar, sigur Barbara Samuelsen, leiðari á Mentanardeildini í Kringvarpinum. Sum public service-stovnur hava vit eina skyldu til at gera føroyskt barnatilfar lættari atkomuligt, og nú hava vit eisini ein meira tíðarhóskandi pall til børnini, nevniliga VIT-appina, heldur hon fram.

 

Mumi er millum best umtóktu barnarøðir í heiminum

Mumi-røðin er bygd á bøkurnar og teknirøðirnar hjá Tove Jansson um forvitna og hjartagóða Mumitrøllið og familju og vinfólk hansara – eitt nú Lítla Mý, Hemilin, Mumrikur, Snoddi og Stinki. 

Og Mumi er ikki bara væl dámd í Føroyum. Um allan heimin eru teknirøðir, teknifilmar, fjepparavørur, leikur og enntá tivoli gjørd burtur úr teimum 9 skaldsøgunum hjá Tove Jansson.

Upprunaliga er røðin japansk-finsk-hollendsk framleidd. Hon gjørdist sera væl umtókt bæði í Finnlandi og altjóða og varð sýnd í fleiri enn 100 londum. Røðin var stórt frambrot fyri Mumi-heimin uttan fyri Finnland og var við til at gera figurarnar enn meira ikoniskar. 


Betri mynda- og ljóðgóðska

Framleiðslufelagið Kindernet Entertainment OY eigur rættindini til røðina, og í studio teirra í Finnlandi er mynda- og ljóðgóðska betrað. Nýggja mynda- og ljóðgóðskan merkir, at litirnir eru klárari, myndirnar týðiligari og ljóðið betrað, so upplivingin verður enn betri enn áður.

Børn í Føroyum kunnu sostatt gleða seg til at fylgja við í Mumidalinum frá komandi hósdegi – við betri góðsku og á føroyskum, júst sum vit minnast hana.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948

Um kvf css