
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oscars 2025: "Anora" var besti og mest heiðraði filmurin

Í nátt stóð Hollywood á høvdinum, tá Oscar-heiðurslønirnar vórðu handaðar fyri 97. ferð.
23 gyltar, lítlar standmyndir blivu handaðar til sjónleikarar, leikstjórar, sniðgevar, ljóðfólk og onnur.
Spanski musical-filmurin "Emilia Perez" hevði undan sjálvari handanini fingið mest uppmerksemi og varð tilnevndur í samanlagt 13 bólkum.
Mynd: Ritzau/Scanpix
Hóast tað, so gjørdi tað filmurin "Anora", ið gjørdist heilt stóri vinnari.
"Anora" vann samanlagt fimm Oscar-heiðurslønir fyri "Besta film", "Besta kvinnuliga sjónleikara (Mikey Madison)", "Besta leikstjóra", "Bestu klipping" og "Besta uppruna handrit".
"Emilia Perez" mátti lata seg noyða við fáa tveir Oscars, fyri "Bestu kvinnuliga hjáleiklut (Zoë Saldaña)" og "Besta uppruna sang".
Bíligt framleiddur filmur
"Anora" snýr seg um ein strippara í Brooklyn í New York og er leikstjórnaður av Sean Baker. Hetta var fyrstu ferð, at hann vann ein Oscar.
"Anora" er eisini bert fjórði filmur í søguni, ið vinnur bæði ein Oscar og gyltu pálmarnar í Cannes, Palme d'or, fyri at vera besti filmur.
"Vit hava gjørt hendan filmin fyri seks milliónir dollarar (sum er 43 milliónir krónur, blaðm.), og hann er upptikin á staðnum í New York býi við 40 starvsfólkum," segði ein glaður Sean Baker, tá hann hevði fingið handað sína fyrstu Oscar-heiðursløn.
Mikey Madison, ið spælir høvuðsleiklutin í "Anora", við sínum Oscar (Mynd: Ritzau/Scanpix)
Bestu høvuðsleikarar gjørdust Mikey Madison fyri hennara leiklut í "Anora", meða Adrien Brody vann fyri sín leiklut í filminum "The Brutalist".
Bestu hjáleikarar gjørdust Zoë Saldaña fyri "Emilia Pérez", og Kieran Culkin fyri sítt avrik í "A Real Pain". Og ja, um Culkin-navnið ljóðar kenst, so ikki bara líkist Keiran Macaulay Culkin, ið fólk kenna frá "Home Alone", tí teir eru eisini beiggjar.
Kieran Culkin við Oscar-heiðrinum fyri sítt avrik í "A Real Pain" (Mynd: Ritzau/Scanpix)
Danir heimaftur ongul í reyv
Úr ein norðurlendskum og føroyskum sjónarhorni, so var størst spenningur um, hvørt tað fór at eydnast sterka danska filminum "Pigen med nålen" at finna heiðurin fyri besta altjóða film.
Filmurin, ið tekur støði í veruligum hendingum frá tíðini um fyrra heimsbardaga, er leikstjórnaður av Magnus von Horn, og tað er Trine Dyrholm, ið spælir høvuðsleiklutin sum hópdrápskvinnan Dagmar Overby.
Tíverri glapp heiðurin danska filminum av hendi, og danir máttu fara heimaftur ongul í reyv, sum mann sigur.
Hetta var annars 15. ferð at ein danskur filmur var tilnevndur til "Besta altjóða film".
Vinnarin av Oscar-heiðrinum fyri "Besta altjóða film" gjørdist brasilski filmurin "I'm Still Here".