At vera Vera

Um KVFTíðindi
At vera Vera
Hoyr søguna um Veru: Nýskrivaður útvarpsleikur til miðdeild
 
15-02-2025

Mánamorgunin eftir vetrarfrítíðina verður nýggjur útvarpsleikur at hoyra í barnaútvarpinum. At vera Vera er nýskrivaður samtíðar útvarpsleikur, sum fer fram á føstulávint í 2025. Leikurin snýr seg um Veru, sum gongur í miðdeild í skúlanum á Argjahamri. Vit hitta Veru á fyrsta sinni, tá ið hon er til judo í gomlu filmleikarhøllini í Argja skúla. Tey vaksnu hava tikið eina býtta avgerð viðvíkjandi føstulávintsmánadegi. Hetta vil Vera ikki finna seg í og fer í hernað móti teimum vaksnu - Vera kann ikki lata vera við at vera Vera. At vera Vera er ikki bara bara.

Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin, og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Útvarpsleikurin er í fjúrtan pørtum og verður at hoyra í barnaútvarpinum hvønn gerandismorgun. Tað ber eisini til at lurta á KVF.fo/ljóð/vit - og ein nýggjur partur verður lagdur út hvønn gerandismorgun.

“Vera er mega rokalig, hon elskar at bestemma”, soleiðis sigur høvuðsleikarin, Óluva Lín Ragnarsdóttir við Streym, í barnaútvarpinum um Veru. “Eg haldi, at tað er mega kul at lesa inn - eg trenaði replikkirnar hjá Veru á jólum, og eg haldi, at søgan er mega góð”, sigur Óluva Lín. Tilsamans eru fleiri enn 50 leikarar við. 

Søgan er ætlað teimum, sum ganga í miðdeild. Søgan snýr seg um teirra veruleika. Tey eru saman á telefonum, og teirra samskifti er talgilt. Tey vaksnu taka avgerðir, men børnini vilja sanniliga hava ávirkan á egnan gerandisdag. 

Tað er sera týdningarmikið, at hesin aldursbólkurin fær føroyskt dygdargott tilfar. Ein útvarpsleik, har tey kenna seg aftur og hoyra, hvussu onnur loysa trupulleikar og spegla sær í føroyskari fiktión í útvarpsleikinum At vera Vera. 

Nógv er gjørt burtur úr ljóðmyndini, og ein nýggjur sangur er gjørdur. Elin á Rógvi hevur skrivað tekstin til sangin At vera Vera. Høgni Fagraberg hevur gjørt lagið, spælt tónleikin inn og framleitt. Ein TikTok-dansur til lagið verður tøkur mánadagin, so tit kunnu gleða tykkum. Kom og lurta - kom og dansa - #atveravera. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337

Um kvf css