Rúni Friis Kjær fingið heiðursløn frá Filmsfelagnum

Rúni Friis Kjær fingið heiðursløn frá Filmsfelagnum
- Føroyskir filmar standa einki aftan fyri útlendsku filmarnar, sum eru á filmsfestivalum, sigur Rúni Friis Kjær, sum sær bjart upp á framtíðina hjá føroysku filmsvinnuni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.02.2025 - 10:53

Fólkini, sum eru í filmsumhvørvinum í Føroyum, eru sum ein sveitsaraknívur. Tey kunnu brúkast til næstan alt. Og tí er eisini stuttligt at gera film í Føroyum.

Tað heldur Rúni Friis Kjær, sum er útbúgvin tøkningur í films- og sjónvarpsframleiðslu. 

Í áleið 2 ár hevur hann verið týðandi partur av føroyska filmsumhvørvinum.   

Leygarkvøldið fekk Rúni Friis Kjær handa heiðurslønina, andøvsfiskurin, frá Filmsfelagnum. Heiðurslønina fær hann fyri sítt íkast til føroyska filmsvinnu seinastu 20 árini.

Øll hesi árini er nógv hent á økinum, heldur Rúni Friis Kjær.

- Tøknin er ment nógv, men eg haldi, at vit í Føroyum fylgja væl við, sigur Rúni Friis Kjær, sum vil vera við, at hóast tað ofta verður tosað um, at fígging manglar í føroysku filmsvinnuni, so er tað eitt, sum vit duga serstakliga væl.

- Søgurnar. Vit duga sera væl at fortelja søgur, sum nema kenslurnar. Og í so máta haldi eg, at føroyskir filmar standa einki aftan fyri útlendsku filmarnar, sum eru á filmsfestivalum, sigur Rúni Friis Kjær.

Í morgunsendingini hyggur Rúni Friis Kjær aftur á hesi seinastu 20 árini í føroyska filmsumhvørvinum.

1725492

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512