KT-felagið: Týdning at brúka føroyskar veitarar

KT-felagið: Týdning at brúka føroyskar veitarar
Felagið hevur viðgjørt lógaruppskotið um Talgildu Føroyar 2.0
Ulla Joensen er forkvinna í KT-felagnum. (Savnsmynd)
 
12.02.2025 - 13:03

Tað hevur stóran týdning, at føroyskir veitarar verða brúktir, nú farast skal víðari við talgildingini av samfelagnum. Millum annað fyri at fáa tær skipanir, sum hóska best til føroyska samfelagið. 

Tað sigur KT-felagið í sínum hoyringarskrivi til lógaruppskotið um Talgildu Føroyar 2.0.

Í hoyringarsvarinum hjá KT-felagnum verður eisini víst á týdningin av, at p-talið verður leysgivið, soleiðis at ikki bara almennar, men eisini privatar fyritøkur kunnu brúka tað til skráseting.

Og KT-felagið mælir eisini til, at eitt brúkararáð verður sett á stovn fyri Talgildu Føroyar 2.0.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12022025_Ulla_Joensen

 

Uppskotið um løgtingslóg um Talgildu Føroyar 2.0 er framhald av heildarætlanini fyri 2016 til 2020 um Talgildu Føroyar.

Talgildu Føroyar 2.0 fevna um árini frá 2025 til 2027.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363