Nakrir skaðar í vindinum

Nakrir skaðar í vindinum
Flestu bussarnir hjá Strandferðsluni koyra framvegis ikki fyri veður
Flestu bussarnir hjá Strandferðsluni koyra framvegis ikki fyri veður.
 
06.02.2025 - 12:53

Nakrir skaðar hava verið í vindinum í nátt og fyrrapartin

Í Kaldbaksbotni fóru nakrar takplátur á einum fjósi, í Skálafirði fóru nakrar takplátur á einum neysti, í Fuglafirði er onkur takpláta loysnað, og eitt takvindeyga á einum neysti er farið

Á Glyvrum og í Søldarfirði loysnaðu eisini nakrar takplátur, ið fuku í vindinum, og á Eiði loysnaði ein takpláta á einum sethúsi.

Í morgun var omanlop í Sandslíð.

Ein stórur steinur á 3-4 tons kom á vegin. Vanligir bilar kundu koyra framvið grótinum, men ikki stór akfør. Vegurin var tó skjótt ruddaður av Landsverki.

Flestu bussarnir hjá Strandferðsluni koyra framvegis ikki fyri veður. Teistin hevur ikki siglt, og Smyril hevur eisini avlýst tveir túrar í morgun.

Sí meiri frá Strandferðsluni her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189551
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444