Eyðmerkja lík frá skottilburðinum

Eyðmerkja lík frá skottilburðinum
Svenska løgreglan váttar, at bæði kvinnur og menn eru millum tey deyðu, og at talan er ymsar aldursbólkar og ymsar tjóðskapir
Blómur og ljós uttan fyir skúlan í Ørebro eftir skottilburðin mánadagin.
Mynd: TT/Ritzau Scanpix  
 
06.02.2025 - 15:24

Svenska løgreglan hevur ikki enn eyðmerkt øll 11 líkini frá skottilburðinum í einum skúla í Ørebro í fyrradagin.

Men roknað verður við, at tey verða endaliga eyðmerkt í morgin.

Løgreglan váttar, at bæði kvinnur og menn eru millum tey deyðu, og at talan er ymsar aldursbólkar og ymsar tjóðskapir.

Tey seks fólkini, sum vórðu særd, eru framvegis á sjúkrahúsi.

Talan er um fýra kvinnur og tveir menn. Hjá tveimum av kvinnunum er støðan framvegis álvarslig, men tey eru sum er uttan fyri lívsvanda, skrivar svenska kringvarpið SVT.

Erik Wirén, sum er økisleiðari hjá politinum í Ørebro-økinum, segði á tíðindafundi í dag, at enn eru ongar ábendingar um nakað ideologiskt motiv fyri drápini. Men hann segði, at meðan málið verður kannað, heldur løgreglan allar møguleikar opnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363