Lógaruppskotið um nettrygd er útsett til ólavsøku

Lógaruppskotið um nettrygd er útsett til ólavsøku
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur tikið atfinningarnar frá vinnuni til eftirtektar
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, ætlaði at leggja uppskotið um nettrygdarætlan fyri tingiðå í vár, men tað er útsett til ólavsøku.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.02.2025 - 10:02

Lógaruppskotið um nettrygd, sum skuldi leggjast fyri løgtingið í vár, er útsett til ólavsøku.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrsmaður í uttanríkis- og vinnumálum, eftir at vinnan hevur funnist at uppskotinum, sum hevur verið til hoyrngar.

Vinnuhúsið hevur m.a. víst, at uppskotið er ikki liðugt, og at ongar viðmerkingar eru til fleiri lógargreinar. 

Atfinningarnar eru tiknar til eftirtektar, sigur Høgni Hoydal, sum nú fer at viðgera uppskotið av nýggjum.

Sí innslag í Degi og Viku, har samrøður eru við Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum:

 

04022025_dagur_og_vika_uppskot_til_nettrygd

 

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168