Heldur fram sum formaður í Føroya Handverkarafelag

Heldur fram sum formaður í Føroya Handverkarafelag
Suni Simonsen hevur verið formaður síðani 2011
Suni Simonsen verður formaður í Føroya Handverkarafelag fýra ár aftrat.
 
05.02.2025 - 11:25

Suni Simonsen heldur fram sum formaður í Føroya Handverkarafelag.

Freistin at stilla upp til formansvalið á aðalfundinum, sum verður í vár, var úti 1. februar, og einki mótvalevni stillar upp. Sostatt er greitt, at Suni Simonsen heldur fram í eitt fýra ára skeið aftrat.

Suni Simonsen varð fyrstu ferð valdur í stjórnina hjá Føroya Handverkarafelag í 1990. Í 1996 bleiv hann næstformaður í felagnum, og tað var hann til 2011, tá hann varð valdur til formann.

Føroya Handverkarafelag er meginfelagið hjá handverkarafeløgunum kring landið.

Sjey feløg eru í løtuni limir í Føroya Handverkarafelag. Tey eru Fuglafjarðar Handverkarafelag, Føroya Flogteknikarafelag, Klaksvíkar Handverkarafelag, Nes Sóknar Handverkarafelag, Norðstreymoyar Handverkarafelag, Vága Handverkarafelag og Vestmanna Handverkarafelag. 

Í alt eru umleið 1.200 limir í Føroya Handverkarafelag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343